Teknlýsing
Grøv
Í nýtslu
Umbiðin
Tøk
Annað
Inngongd
Innkoyring
Kapel
Avgreiðsla
Parkering
Vesi
Busskýli
Vatn
Ruskspann
Bonkur
Um kirkjugarðar

Kirkjugarðurin - Tórshavnar kommuna

Vegleiðing um tænastur

Avvarðandi mugu sum tað fyrsta seta seg í samband við kirkjugarðin / gravaran! Biðjast skal um pláss í kirkjugarðinum og tíð til jarðarferð skal avtalast við gravaran.

Í sambandi við andlát í Kollafirði, Nólsoy ella í Hesti, skal ein venda sær til kommunala umsjónarmannin á staðnum. Er hesin ikki til at fáa fatur á, so til gravaran í Havn.

Tá andlát uttan fyri sjúkrahús er staðfest av lækna, skal deyðaváttan latast kirkjubókarførandi sóknarrprestinum í prestagjaldinum. Prestur vegleiðir víðari um, hvussu farast skal fram.

Avvarðandi fáa sjálv til vega kistu og líkverju fyri egnan kostnað. Sjúkrarøktarfrøðingar hjálpa at gera líkið klárt og leggja í kistu.

Er andlátið á sjúkrahúsi, skal avvarðandi venda sær til sjúklingaskrivstovuna, sum vegleiðir um viðkomandi mannagongd.

Er andlát í Kaldbak, skal ein venda sær beinleiðis til gravaran í Havn.

  • Sjúklingaskrivstovan á Landssjúkrahúsinum tel. 30 45 00
  • Suðurstreymoyar eystara prestagjald tel. 31 39 00
  • Suðurstreymoyar vestara prestagjald tel. 31 42 51
  • Kollafjørður hoyrir til Norðurstreymoyar prestagjald, tel. 42 12 14

Er talan um fólk, sum ikki eru limir í fólkakirkjuni, skulu avvarðandi kortini lata kirkjuskrivstovuni deyðaváttan.

Landssjúkrahúskapellið

Tá kapellið á Landssjúkrahúsinum verður nýtt til bønarhald í sambandi við andlát, eiga avvarðandi at seta seg í samband við sjúklingaskrivstovuna, sum vegleiðir um mannagongdir.

Avvarðandi fáa sjálv til vega kistu og líkverju fyri egnan kostnað. Landssjúkrahúsið ger líkið klárt og setir kistuna í kapellið.

Avvarðandi biðja sjálv prest ella talara til bønarhald. Landssjúkrahúsið syrgir eftir avtalu við avvarðandi fyri hølum og urguleikara, um sungið verður úr kirkjusálmabókini. Verður onnur sangbók nýtt, mugu avvarðandi sjálv biðja urguleikara. Avvarðandi biðja berarar.

Avvarðandi avtala flutning til kirkju ella samkomuhús við føraran av líkvogninum hjá Tórshavnar kommunu. Flutningur við kommunalu líkvognunum er ókeypis. Líkvognur fæst við at ringja á tel. 21 05 70 ella 25 40 08.

Jarðarferð

Er jarðarferðin úr kirkju, skulu avvarðandi venda sær til prest og avtala tíð fyri jarðarferðini. Prestur boðar kirkjutænarunum frá.

Avvarðandi velja sjálv sálmar ella sangir, ið sungnir verða. Verður ynskt at prenta sanghefti, syrgja avvarðandi sjálv fyri tí.

  • Sangarar biðja avvarðandi sjálvi
  • Berarar biðja avvarðandi sjálvi
  • Pynti til kirkjuna syrgja avvarðandi sjálvi fyri
  • Bili at koyra kransar og blómur úr kirkjuni út á kirkjugarðin, syrgja avvarðandi sjálvi fyri

Sama mannagongd er galdandi, tá jarðarferðin er úr øðrum samkomuhúsi enn kirkju.

Kirkjugarðskapellið

Tórshavnar kommuna eigur Kirkjugarðskapellið, sum er ókeypis at nýta til jarðarferð hjá øllum í kommununi.

Atgongd til kapellið fæst við at seta seg í samband við gravaran og avtala tíð fyri jarðarferð. Mannagongdin er tann sama, sum undir kirkjuligari jarðarferð. Tó skulu avvarðandi sjálv biðja urguleikara.

Í kirkjugarðinum

Jarðarferð verður avtalað við gravaran, sum er at hitta á tel. 21 05 70, ella umsjónarmannin á staðnum, sí undir „viðkomandi telefonnummur“.

Biðjast skal um pláss í kirkjugarðinum og tíð skal avtalast við gravaran.

Tórshavnar kommuna ber einans kostnaðin av kommunalu tænastunum. Tænastur, ið avvarandi biðja um frá øðrum enn Tórshavnar kommunu, rinda avvarðandi sjálvi.

Viðkomandi telefonnummur

Kirkjugarðin í Tórshavn
21 05 70
Líkvognur
25 40 08
Sjúklingaskrivstovan
á Landssjúkrahúsinum
30 45 00
Kommunali umsjónarmaðurin
Kollafjørður
25 40 03
Nólsoy
21 40 69
Hestur
21 40 94
Prestagjald
Suðurstreymoyar eystara
31 39 00
Suðurstreymoyar vestara
31 42 51
Norðstreymoyar
42 12 14